Stórur spenningur í talvinum

Tummas M. Sólsker er á odda í 1. bólki í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er í Klaksvík. Tummas Martin hevur 5,5 stig, og honum á baki er Rógvi Dragaberg við 5,0 stigum. Teir eru báðir úr Klaksvíkar Talvfelag.

Á triðja plássi eru Jógvan Næs úr Havnar Telvingarfelag og Ingolf Gaard úr Klaksvíkar Talvfelag. Teir hava 4,5 stig.

Í 7. umfari vóru úrslitini: Rógvi Dragaberg-Tummas M. Sólsker ½-½, Jógvan Næs-Jákup F. Joensen 1-0, Rógvi Egilstoft Nielsen-Ingolf Gaard 1-0, Jaspur T. Gaard-Jón Mikkelsen ½-½, Esbern Christiansen-Gutti Petersen 1-0.

Í almenna bólkinum eru tríggir á odda við 5,0 stigum. Teir eru Mannbjørn Anthoniussen og Vagn Heldarskarð úr Klaksvíkar Talvfelag og Ronny í Lon úr Havnar Telvingarfelag.

8. umfar verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík í dag klokkan 14.