Triði FM kappróðurin er á skránni í dag. Hann verður á Fjarðastevnu, sum hesa ferð er á Skála. Barnaróðurin verður klokkan 13 á 500 metrum. 8-mannaførini og 10-mannaførini kappast á 2000 metrum, og allir hinir róðrarnir vera av 1000 metra málinum. Síðsta leygardag órógvaði tað, at tað kendist torført at finna rætta vísningin fram ímóti málinum. Soleiðis verður tað heilt víst ikki á Skála. Har verður róð inn eftir fjørðinum. Endamálið er uttanfyri pirin hundra metrar innanfyri dokkina og umstøðurnar at fylgja við hjá áskoðarunum eru ógvuliga góðar.
Seinastu dagarnar hevur veðrið verið ógvuliga gott. Tað hevur verið blikalogn á Skálafjørðinum. Í morgun er eitt høgættarlot, og forsøgnin sigur, at soleiðis verður tað eisini seinnapartin. Harvið verður lotið inn á stýriborðsbógvin.
Í Hvalvík var tað merkisvert, at sammett við í Klaksvík vóru nýggir vinnarar í øllum mannfólkaróðrunum, meðan tað í kvinnuróðrunum vóru somu vinnarar bæði á Norðoyastevnu og á Sundalagsstevnu, og at Erla Kongsdóttir við gentum og Jarnbardur við kvinnum aftur vunnu sera sannførandi. Hjá kvinnunum á Havfrúnni leyp einki av í kappingini við Falkin.
Størsta kappingin er aftur hesa ferð millum 6-mannaførini við monnum. Sølmundur og Jarnbardur hava vunnið hvør sín róður, og eisini Gongurólvur hevur verið við í tøttu kappingini um fremsta plássið. Í Sundalagnum vóru Herningur, Strálan, Tvørabáturin og Riddarin millum eina og tvær bátslongdir frá bronsuplássinum. Tað kundi boðað frá stórari og víðfevndari kapping millum 6-mannaførini við monnum á Skála.
Hesa ferð eru tað bara tvey 8-mannafør. Gullbrandur úr Fuglafirði verður ikki við á Skála. Argjabáturin og Miðvingur hava vunnið hvør sína kapping, og tað hevur verið tætt. Tí er spenningurin sera stórur undan triðju kappingini millum hesar báðar bátarnar.
Í Sundalagnum vann Klaksvíkingur fyrsta róðurin í ár á 2000 metra málinum. Suðuroyingur vann á 1500 metra teininum í Klaksvík. Aftur í dag kappast flaggskipini á 2000 metra teininum, og aftur í dag kann roknast við stórari og intensari kapping. Á Norðoyastevnu vóru knappliga seks sekund frá Suðuroyingi og aftur til Havnarbátin á triðja plássi. Á Sundalagsstevnu skiltu knappliga fýra sekund Klaksvíking og Havnarbátin, sum endaði á bronsuplássinum.
Klokkan 13
Barnaróður dreingir
7 Ternan
8 Jómfrúgvin
9 Beinta
10 Junkarin
Barnaróður gentur
5 Falkur
6 Hulda
7 Títlingur
8 Spógvin
9 Fípan Fagra
10 Jallurin
11 Firvaldur
12 Pílur
Klokkan 15
5-mannafør dreingir
6 Ternan
7 Jallurin
8 Fípan Fagra
9 Drekin 1G
10 Royndin Fríða 1G
11 Blikur
12 Sílið
Støðan
1 Drekin 13
2 Royndin Fríða 12
3 Fípan Fagra 10
4 Jallurin 9
5 Blikur 6
6 Ternan 4
7 Frúgvin 1
8 Sílið 1
Støðan
1 Drekin 13
2 Royndin Fríða 12
3 Fípan Fagra 10
4 Jallurin 9
5 Blikur 6
6 Ternan 4
7 Frúgvin 1
8 Sílið 1
6-mannafør kvinnur
7 Lómur
8 Rádni 1G
9 Jarnbardur
10 Herningur
11 Sølmundur 1G
Støðan
1 Jarnbardur 14
2 Rádni 12
3 Lómur 9
4 Sølmundur 7
5 Herningur 5
5-mannafør kvinnur
6 Drekin
7 Ørnin
8 Falkur
9 Havfrúgvin
10 Teistin
11 Tjaldrið
12 Hvassi
Støðan
1 Havfrúgvin 14
2 Teistin 11
3 Ørnin 9
4 Falkur 9
5 Tjaldrið 7
6 Drekin 2
7 Hvassi 1
6-mannafør menn
5 Lómur
6 Tvørabáturin
7 Herningur
8 Sølmundur
9 Jarnbardur
10 Gongurólvur
11 Strálan
12 Riddarin
Støðan
1 Sølmundur 13
2 Jarnbardur 12
3 Gongurólvur 11
4 Herningur 8
5 Strálan 5
6 Riddarin 4
7 Tvørabáturin 3
8 Lómur 0
5-mannafør gentur
6 Spógvin 1G
7 Blikur
8 Sílið
9 Erla Kongsdóttir
10 Jallurin
11 Ørnin
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 14
2 Sílið 10
3 Blikur 9
4 Ørnin 9
5 Spógvin 5
6 Jallurin 5
7 Tjaldrið 2
8 Tambar 1
8-mannafør
8 Argjabáturin
9 Miðvingur
Støðan
1 Argjabáturin 13
2 Miðvingur 13
3 Gullbrandur 10
10-mannafør
8 Suðuroyingur
9 Klaksvíkingur
10 Havnarbáturin
Støðan
1 Klaksvíkingur 13
2 Suðuroyingur 13
3 Havnarbáturin 10