Stórur spenningur í sjónum

Í gjár vóru fyrireikingarnar til Sjómannadagin í Klaksvík í hæddini, og nógv var at fáa upp á pláss  alt frá at vaska á Stongunum og seta pall upp til at fylla kør við fiski, hummara og skeljadjórum. Spenningurin er í hæddini millum fyrireikarar og sjómenn, nú stóri dagurin er á gáttini

Áhugin fyri Føroya Sjómannadegi, sum fyri fyrstu ferð verður hildin í Klaksvík leygardagin, er sera stórur.
Nýggja tiltakið hevur fingið góða móttøku frá øllum, og hóast fyrireikararnir hava úr at gera við at gera klárt, eru teir í góðum lag, tí stemningurin á Stongunum er góður, og hugurin at hjálpa til er stórur.
 Vit hava møtt sera stórari vælvild frá øllum, sum vit hava heitt á í sambandi við tiltakið, og tað ger tað sera hugligt at skipa fyri, sigur Niklas Heri Jákupsson, sum er ein av fyriskiparunum.

Akvarium við livandi fiski
Fríggjamorgunin varð fitt av fólki á Stongunum og gjørdi klárt. Prátið gekk væl, og spenningurin var álvara í luftini.
Nógv verður á skránni á Sjómannadegnum, og eitt av teimum stuttligu tiltøkunum er framsýning av livandi fiski, hummara og ymsum skeljadjórum. Nøkur stór kør eru sett á kaiina, og har ber til hjá børnum og vaksnum at hyggja eftir toski, hýsi, goggum, hummara, kalva og øðrum fiski.
Áhugin fyri hesum risastóru akvarium var stórur longu fríggjamorgunin, og um teir, sum dagliga fáast við fisk, kunnu hava so stóra fragd av hesum kørum, so verður tað ikki minni, tá ið børnini sleppa framat leygardagin.
Sjómannadagurin í Klaksvík byrjar leygarmorgunin klokkan 9, og allan dagin verða tiltøk á skránni  alt frá heimsmeistaraskapi í egning, til framsýningar, sølubúðir og avdúkingar.