Stórur spenningur í Sarpugerði

Kvinnur: Á pappírinum eigur KÍ lættari norðoyastevnudyst, enn toppdysturin í Gøtu verður millum samansetta liðið og HB

Longu á middegi vera tveir dystir í kvinnukappingini.

Á norðoyastevnu í Klaksvík eigur KÍ, sum fyri viku síðani vann oddasessin við 1-0 sigri á heimavølli ímóti HB, heimavøll ímóti EBS/Streymi. EBS/Streymur vann sunnudagin fyri fyrstu ferð í ár. Tað var á heimavølli ímóti B36. Úrslitið undir Mýruhjalla á Skála var 2-1 til EBS/Skála.

Hin dysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu, har felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 eigur heimavøll imóti HB.

Síðsta vikuskifti helt ÍF/Víkingur/B68 frí. Tað hevur annars gingið framúr væl hjá felagsliðnum í Eysturoy higartil, og tað verður spennandi at síggja, hvussu felagsliðið fer at standa seg ímóti HB.

 

KÍ – EBS/Skála: Hans Jákup Fuglø kl. 12.30

ÍF/Víkingur/B68: Árni Brandsson Petersen kl. 12.15

 

7

5

1

1

12

5

16

ÍF/Vík/B68

7

4

2

1

16

6

14

HB

7

4

1

2

23

6

13

B36

8

2

0

6

7

18

6

EBS/Skála

7

1

0

6

4

27

3