Stórur spenningur á middegi

Kvinnur: Talan er um tvær grannauppgerðir, sum báðar kunnu vera avgerandi fyri toppin

KÍ er topplið við níggju stigum, og B36 er á fjórða plássi við seks stigum. HB og ÍF/Víkingur/B68 hava sjey stig.

Longu á middegi í dag skulu øll hesi fýra liðini í eldin, meðan EBS/Skála hetta umfarið heldur frí.

Oddaliðið KÍ fær á middegi vitjan av ÍF/Víkingi/B68. Tá ið hesi bæði liðini hittust í triðja umfari, vann KÍ 1-0 á útivølli.

Á middegi verður onnur grannauppgerðin í Gundadali í ár. Ta fyrru vann B36 2-1.

KÍ – ÍF/Víkingur/B68: Tóki Høghamar kl. 12.30

B36 – HB: Poul Arni Jensen kl. 12.15 

 

4301849
HB4211947
ÍF/Vík/B684211747
B364202446
EBS/Skála40042140