Stórur spenningur í Libanon

Støðan í Libanon er sera spent, nú andstøðan hevur boðað til mótmælistiltøk í dag í sambandi við jarðarferðina hjá fregnartænastuovastanum Wissam al-Hassan, sum doyði í einari bumbuspreinging fyrradagin.

Bumban brast í tí kristna partinum av høvuðsstaðnum Beirut, og eygleiðarar siga, at hon kann hava við sær, at ófriðurin í Sýrialandi fer at breiða seg inn um libanska markið. Vesturlendsk tíðindafólk í Beirut siga, at í gjárkvøldið vóru nógvir hermenn og løgreglumenn at síggja í gøtunum í býnum.

Andstøðan leggur sýrisku leiðsluna undir at hava beint fyri Wissam al-Hassan, tí hann avdúkaði, at Sýrialand átti ein virknan lut í drápinum á fyrrverandi libanska forsætisráðharran Rafik al-Hariri.

Libanska stjórnin var til reiðar at leggja frá sær í gjár, men eftir áheitan frá forsetanum valdi hon at halda fram fyribils. Andstøðan vil vera við, at stjórnin gongur ørindi fyri stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta í Sýrialandi.