Um toftamenn megna fulla úrtøku ímóti Toda Jónsson og liðfeløgum, so verður teinurin upp til HB seks stig Tað er stórur spenningur undan uppgerðini í Klaksvík seinnapartin, tá ið KÍ fer at fáa vitjan av B68.
Atli Danielsen verður á KÍ miðvøllinum, og Todi Jónsson verður í KÍ álopinum. Páll Klettskarð er nýggjur álopsspælari í Klaksvík. Einasti KÍ spælarin, sum ikki er tøkur, er Stefan Kalsø, sum er vøddaskaddur.
Toftamenn stríðast fyri at endurvinna silvurplássið frá Víkingi og fyri at lyfta seg nærri oddaliðnum HB.
Bill Jacobsen hevur alt fólkið tókt uttan miðvallaran Ndende, sum er leikbannaður.
Øssur Hansen var ikki við fleiri tey síðstu umførini undan summarsteðginum. Nú er hann komin fyri seg aftur, og tað kann væl vera, at hann verður sentralur miðvallari undir liðini á Nenad Stankovic.
Tá ið liðini hittust á Svangaskarði fyrr í summar, vann B68 2-0.