Stórur spenningur í Grikkalandi

Tær fyrstu metingarnar av tjóðartingsvalinum í Grikkalandi í dag benda á, at tað stendur á jøvnum millum, tann konservativa flokkin Nýtt Demokrati og tann vinstrasinnaða flokkin Syriza.

Eftir metingunum hevur Nýtt Demokrati fingið millum 27,5 og 30 prosent av atkvøðunum, og Syriza millum 27 og 30 prosent.

Munurin kann fáa avgerandi týdning, tí grikska vallógin gevur tí størsta flokkinum 50 tinglimir afturat teimum, sum flokkurin annars fær. Tí kann sjálvt eitt ella eitt hálvt prosent gera allan munin.

Í grikska tinginum eru 150 limir.