23. umfar í bestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin í dag.
Í Gundadali standa FM heiðursmerkir og altjóða luttøka upp á spæl, og í hinum trimum støðunum er tað spurningurin um niðurflyting, sum seinnapartin fer at koma nærri einum svari.
Veðurmaðurin sigur frá lágætt seinnapartin millum útsynning og landsynning, einum loti og regni. Hitin verður millum 9 og 12 stig.
23. umfar
B36-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 15.00
KÍ-NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00
ÍF-HB: Lars Múller kl. 15.00
B71-B68: Dagfinn Forná kl. 15.00
Víkingur-07 Vestur (fríggjakvøldið) 5-1
B36 55
Víkingur 52
EB/Streymur 47
NSÍ 32
B68 23
HB 23
ÍF 22
KÍ 22
07 Vestur 21
B71 11
EB/Streymur og ÍF hava spælt 21 dystir, Víkingur og 07 Vestur hava spælt 23 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir