Stórur skelkur í Sarpugerði

Við 2-1 sigri ímóti grannunum hevur ÍF vunnið seg fram á fimta plássið og trýst Víking niður á sætta plássið

Ein tann størsti skelkur higartil í ár var tað, tá ið ÍF í dýrdarveðri í Sarpugerði  í kvøld vann grannauppgerðina ímóti Víkingi við 2-1.

Fuglfirðingar vístu fínan hugburð og arbeiddu framúr væl, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð var fagnaðurin í reyðu og hvítu leguni øgiligur.

Hans Jørgen Djurhuus, sum hevur spælt 261 dystir í bestu deildini - nógv teir flestu fyri GÍ og Víking - var í síni tíð eyðkendur stríðsmaður á mivøllinum. Í kvøld hevði tað eydnast honum og Ólavi Larsen at fáa teirra menn at stríðast og vísa hugburðin, sum minti nógv um tann hjá venjaranum, tá ið hann var spælari.

Innskifti Gundur E. Petersen, sum longu í 19. minutti avloysti skadda Boga Løkin, legði ÍF framum, tá ið seinni hálvleikur var eitt korter gamal. Filip Djordjevic, sum sýndi sera góðan hugburð, var í góðari støðu, men bólturin stakk til Gundur E. Petersen, sum skoraði.

Uros Stojanov økti um munin til 2-0, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Aftur var tað Filip Djordjevic, sum nógvu tey seinastu árini hevur spælt við Víkingi, men í vetur skifti til Fuglafirðar, sum átti uppleggið. Hann var ein øgiligur brandur í kvøld.

Tíggju minuttir undan leikloki minkaði Finnur Justinussen um munin til 2-1.

Aftur í kvøld var Finnur Justinussen á beinkinum frá fyrsta bríksli. Longu eftir stórt korter varð hann skiftur inn fyri Andreas Lava Olsen, sum fór skaddur av vøllinum.

Hetta var fyrsta málið hjá Finni síðani hann tíðliga í vár flutti aftur til Víking eftir at hava verið fleiri ár í Danmark.

Víkingur hevði væl fleiri atsóknir enn gestirnir, og tað var onkra ferðina heilt vandamikið í sambandi við hornaspørk, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið sera stinna ÍF málverjanum Milos Budakovic og Jákup Nolsøe Olsen, sum avloysti, tá ið Milos Budakovic í 71. minutti fór skaddur av vøllinum.

Fagnaðurin í ÍF leguni var stórur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og tað er lætt at skilja.

Sigurin ber við sær, at ÍF nú leyp bukk upp um grannarnar og favorittarnar í Víkingi, sum nú ikki eru millum tey fimm ovastu.

 

Víkingur – ÍF 1-2 (0-0)

0-1: Gundur E. Petersen 60.

0-2: Uros Stojanov 73.

1-2: Finnur Justinussen 80.

Dómari: Bjarki Danielsen

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomis, Elias Lervig (Ingi Jonhardsson, 77.) – Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (Arnbjørn Svensson, 77.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Andreas Lava Olsen (Finnur Justinussen, 28.)

Gult kort: Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar

Venjari: Eyðun Klakstein

ÍF: Milos Budakovic (Jákup Nolsøe Olsen, 71.) – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Karl Løkin, Hákun Edmundsson – Bogi Løkin (Gundur E. Petersen, 19.), Filip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard – Uros Stojanovic

Gult kort: Karl Løkin, Andy Ó. Olsen, Ari Ó. Ellingsgaard

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen