53 min.
1-1
Hálvfinalan í Runavík í kvøld millum Víking og B36 hevur tikið ógvusliga vend, nú tað resta smáir 40 minuttir.
B36 málverjin Símun Rógvi Hansen hevur sæð reyða kortið og er vístur av vøllinum, eftir at hann í ein móti einum støðu við Finn Justinussen var óheppin at fáa bóltin í armin, tá ið hann legði seg og royndi við glíðandi takling.
Rói Mørk Hentze er nýggjur í B36 málinum, og Andrass Johansen er skiftur út fyri nýggja málverjan.
Finnur Justinussen royndi seg við frísparkinum av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór væl omanfyri B36 málið og Róa Mørk Hentze.
-
Tað er leygarkvøld 28. november, og tað eru av fagrastu líkindum í Runavík, har Víkingur og B36 spæla um, hvat av hesum báðum liðunum um eina viku skal spæla finalu um løgmanssteypið.
Alex Troleis bríkslaði fyri fyrstu ferð klokkan 19, og nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan 1-1.
Tað hevur verið ferðmikið, í løtum hevur spælið verið gott, og tað hava verið nógvar støður í báðum brotsteigunum og eisini góðir málmøguleikar.
Spenningurin er stórur, tí fyri báðar partar er tað galdandi, at einasti møguleikin næsta summar at vinna seg í Europa er við sigri í steypakappingini.
Alex Mellemgaard legði B36 á odda 1-0 við brotssparki, eftir at Michal Przybylski var farin um koll í brotsteiginum. Tað var í 22. minutti, og tríggjar minuttir seinni svaraði Víkingur aftur. Málið skoraði Jákup Johansen við fínum skoti av brotsteigarmarkinum eftir horna úr vinstru og útfrá bólt.
Víkingur - B36 (1-1) kl. 19.00
0-1: Alex Mellemgaard
1-1: Jákup Johansen
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Bogi Reinert Petersen, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Andrass Johansen – Sebastian Pingel