Tað var ein óvanliga stórur skari savnaður, tá ið trúboðarin og sálmaskaldið, rithøvundurin og bókamaðurin Zacharias Zachariassen í Norðragøtu í gjár fór til gravar.
Jarðarferðin var úr Filadelfia, sum var samkoman hjá Zachariasi. Tað mundi vera roknað við nógvum fólki, tí tað var soleiðis fyriskipað, at tað bar til umframt í salinum í erva og í neðra í Filadelfia eisini at sita í Gøtu kirkju. Tað var fullsett í kirkjuni, og í kirkjukjallaranum var eisini væl av fólki. Stórskýggjar vóru settir upp í kirkjuni.
Mett verður, at tað vóru væl omanfyri túsund fólk til jarðarferðina í góðveðrinum seinnapartin í gjár. Kanska eini 1200-1400.
Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík, tosaði yvir pápa sín. Vinmaðurin frá ungdómsárunum av, Eyðun Elttør úr Klaksvík, legði fyri, og ein av samverkamonnunum, Símun Pætur á Torkilsheyggi, trúboðari á Nesi, endaði á grøvini.
Serligt við jarðarferðini var, at Zacharias hevur yrkt ella umsett allar sangirnar, sum vóru sungnir. Eisini tann, sum sangkórið í Siloa í Fuglafirði undir leiðslu av Eyðuni á Lakjuni sang:
Tað finst ein vón,
sum brennur djúpt í mær,
hon veitir megi mitt í sorg og sút.
Ein bjartan dýrdarglotta trúareygað sær,
sum rekur ivan út.
Í Kristusi mín synd er bøtt,
hann kemur aftur, kemur skjótt.
Mín djúpi longsil og mín hjartans trá
er tær at vera hjá!










