Stórur sigur fyri Hamas

Næstan 200.000 fólk vóru í dag komin saman í Gaza at taka ímóti fangum, sum eru slopnir úr ísraelskum fongslum í býti við ísraelska hermannin Gilad Shalit. Av teimum 477 palestinsku fangunum, sum eru latnir leysir í dag, eru umleið 300 komnir til Gaza-geiran.

Í Ísrael halda fleiri, at Ísrael hevur goldið ein ógvuliga høgan prís fyri ein einstakan hermann. Tey vísa á, at fleiri yvirgangsmenn eru millum fangarnar, sum nú eru slopnir úr fongslunum, og at teir nú kunnu taka sítt virksemi uppaftur. Onnur bera ótta fyri, at tann høgi prísurin kann fáa palestinar at burturflyta aðrar ísraelskar hermenn fyri at fáa uppaftur fleiri fangar leysar.

Norski Miðeystur-serfrøðingurin Hilde Henriksen Waage sigur við blaðið Aftenposten, at tað, sum er hent í dag, er ein stórur politiskur sigur fyri Hamas. Hon vísir á, at hetta er fyrstu ferð, at Ísrael letur leysar fangar, sum hava ísraelskt blóð á hondunum.

Umframt teir 477 fangarnar, sum eru latnir leysir í dag, verða 550 latnir leysir seinni.