Stórur seglbátur á vitjan á hávetri

Í dag stevndi ein stórur seglbátur inn á Vágsfjørð.

Tað hendir javnan, men tað er kanska ikki so vanligt hesa ársins tíð. Á hávetri.

Hetta er eisini fyrsti seglbáturin í ár, sum vitjar á Vág.

Talan er um seglbátin Antwerp Flyer úr Belgia. Báturin er stórur,  27,5 m langur, og hevur ein hjálpimotor uppá 360hk , og ferðin um 8 mil.

Tað eru 9 mans við bátinum, ið er ávegis til Íslands.

##med2##

Myndir: DO & IS