Stórur oljuáhugi

Áhugin fyri at leita eftir olju í Baffin-víkini vestan fyri Grønland er stórur. Sambært grønlendska landsstýrismanninum í vinnumálum standa ikki færri enn 13 altjóða oljufeløg í røð fyri at sleppa at leita.

Ove Karl Berthelsen sigur, at einki felag fær atgongd til undirgrundina, fyrr enn tað er góðkent, tí myndugleikarnir vilja hava vissu fyri, at oljuleitingin ikki órógvar umhvørvið.

Verður olja funnin í økinum, skal grønlendska heimastýrið hava 60 prosent av inntøkunum frá oljuni. Tað mesta verður kravt inn í felags- og útbýtisskatti, men 10 prosent stava frá einum ráqevnisavgjaldi til landskassan,. sigur KNR.