Fríggjadagin 7. juni, á mentanardegi Tórshavnar kommunu, verður eitt stórt ítróttartiltak á Ovaravølli í Gundadali.
Tá fara øll børn sum eru í frítíðarskúlanum hjá Tórshavnar kommunu, at dystast á ymiskum rørslu postum.
Dagurin byrjar við at børnini og starvsfólkini møta í stóra skýlinum á ovara vølli í Gundadali.
Klokkan 13.45 setur Heðin Mortensen, borgarstjóri, OL dagin og beint eftir setanina fara børnini, ið eru eini 650 í tali, at dystast.
Børnini eru býtt sundur í bólkar við einum 10-12 børnum í hvørjum bólki.
Børnini sleppa at royna seg á ymiskum breytum og vøllum, og eitt nú sleppa tey at royna seg í hockey dysti, koyra mánabilar, ymiskum øðrvísi stafettum, dystast í indianarbólti og ymiskum øðrum leikum.
Hetta er triðja ári á rað, at skipað verður fyri rørsludegnum og fyrirreikararnir siga, at tiltakið hevur eydnast sera væl undanfarnu árini.
Myndirnar eru frá einum undanfarnum OL degi.










