Stórur og rúmligur MPV og vørubilur

Ford Galaxy hevur verið á marknaðinum í nøkur ár. Fyri tveimum árum síðan fekk bilurin eina »facelift«, tá hann broyttist nógv, serliga innan. Bilurin verður gjørdur í Portugal og fæst sum 7 persóna familjubilur og sum vørubilur

Magnus Gunnarsson
Galaxy er ein bilur við nógvum ymiskum møguleikum, hann kann hava upp til sjey sitipláss.
Bilurin verður gjørdur í Portugal á somu verksmiðju, sum VW Sharan og Seat Alhambra.
Galaxy hevur verið á marknaðinum í nøkur ár. Bilurin er ein stórur MPV við nokk av plássi og kann brúkast til nógv ymisk endamál.
Aftaru setrini kunnu flytast eftir ynski ella takast úr bilinum, alt eftir hvat hann skal brúkast til.
Galaxy verður gjørdur í trimum útgávum, Ambiente, Trend og Ghia. Standard útgerðin er sera umfatandi, og møguleiki er fyri at velja eykaútgerð eftir egnum ynski. Bilurin fæst við trimum ymiskum bensinmotorum og tveimum dieselmotorum. bensinmotorarnir eru: 2.0 litur 4 syl. við 115 hk, 2,3 litur 4 syl. við 145 hk, 2,8 litur V6 við 204 hk. Dieselmotorarnir eru: 1, 9 litur 4 syl. TDI við 90 hk ella við 115 hk.
Galaxy fæst eisini sum vørubilur.
Bíligasti Galaxy kostar 290.000 krónur.

Ford Galaxy TDI

Motorurin1,9 litur 4 syl. diesel 115 hk
v. turbo og intercoolara

0-100 km/t13,7 sek.

Dekkstødd215/55-16

Stødd og vekt
Longd464,1 cm
Breidd181,0 cm
Hædd175,9 cm
Eginvekt1650 kg



SøluumboðP/F Wenzel
Akranesgøta 5
FO-100 Tórshavn
Tel. 354500
www.wenzel.fo