Móttøka hjá MVH á Hjalla, brandvenjing í SMS og aðalfundurin hjá Føroya Ellisakførum, eru nøkur av evnunum á Bilradio kl. 16.05.
MVH-Maskinverkstaðurin á Hjalla hevur tikið ein nýggjan verkstaðsbygning í nýtslu. Samrøða er við stjóran, Bárð Nielsen, um fyritøkuna.
Tórshavnar Sløkkilið skipaði fyri brandvenjing í SMS seinasta hóskvøld. Prát er við Heina Østerø, insatsleiðara hjá sløkkiliðnum.
Føroya Ellisakfør hevur havt aðalfund, og í tí sambandi er samrøða við formannin, Eirik Ó. Simonsen, um felagið og ætlanirnar fyri 2009.
Í biltíðindunum hoyra vil m.a. um at kenda enska bilmagasinið Classic & Sports Car hevur kosið Citroën DS sum vakrasta og flottasta bil, ið nakrantíð hevur verið gjørdur.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum