Stórur munur á hugburðinum

Meðan avrikið hjá fuglfirðingum boðaði frá, at teir ikki ætla sær at leggja kongin, so tóktust fleiri av vágamonnunum ikki so væl upplagdir, tá ið teir løgdu rygg til 3-0 tap, sum ber við sær, at støðan er rættuliga hættislig

Plássið í bestu deildini stendur upp á spæl hvørja ferð, tá ið fujglfirðingar og vágamenn tørna til. Tí var talan um rættuliga lyklauppgerð, tá ið 07 Vestur ígjár vitjaði í Fuglafirði.

Fuglfirðingar vunnu 3-0, og harvið tók ÍF seg fleiri fet frá niðurflytingarhóttanini, meðan tað ikki sær gott út hjá 07 Vestur. Sunnudagin fara teir í Sørvági at fáa vitjan av KÍ, og tá er kravið full úrtøka. Annars fer tað neyvan at bera til at varðveita plássið í bestu deildini.

ÍF tykist hava fingið nýggjan íblástur. Kappingin um plássini er vorðin størri, og teir, sum høvdu fingið møguleikan hesa ferð, vóru sinnaðir at arbeiða fyri sakini. Teir reyðu fluttu seg væl hvør fyri øðrum, Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen vóru stinnir í miðverjuni, Alexander Jovevic var gott bindilið á miðvøllinum, og Øssur Dalbúð, sum ikki slapp framat í Runavík, arbeiddi alla tíðina nógv sum fremsti maður.

Kanska kundi hugflogið havt verið størri, tá ið avgerandi sendingarnar skuldu leggjast. Ov ofta vóru sendingarnar høgar fram ímóti brotsteiginum, har tað var torført hjá teimum fremstu at fáa tamarhald á.

Øssur Dalbúð kundi havt sett hol á beinanvegin, tá ið hann var púra leysur. Trygvi Askham hálvbjargaði, og so var Dánjal á Lakjuni, sum hesa ferð var næstfremsti maður, fyrstur á.

1-0 og brekkan var vorðin uppaftur brattari hjá 07 Vestur, sum hevði ógvuliga ilt við at fáa álopsspælið at hanga saman. Sera nógv hongur á Tór-Ingar Akselsen, sum megnar nógv einsamallur, men sum hesa ferð var heilt væl innballaður.

At støðan framvegis var 1-0, tá ið teir fóru at hvíla seg, gjørdi, at vágamenn framvegis kendu seg hava møguleikan. Tað høvdu teir, inntil tað restaði eitt stórt korter, men 07 Vestur hevði ilt við at spæla seg til málmøguleikar ímóti heimamonnunum, sum vóru nógv betri upplagdur. Jens Erik Rasmussen varð eina ferð um at verða leysur, men í skotstøðuni varð hann taklaður av Bartali Eliasen.

Tá ið eitt stórt korter var eftir, hvarv allur spenningur um, hvussu stigini skuldu býtast. Petur Reinert bríkslaði og vísti á ellivu metra blettin, tí Jón Nielsen, sum aftur er í vágaverjuni, eftir at hann hevur roynt seg í høvuðsstaðnum, skuldi hava togað í innskifta Rógva Jacobsen. Andy Olsen umsett til mál, og harvið var spurningurin, hvussu stórur heimasigurin skuldi verða.

Blaðungi Ari Ellingsgaard varð skiftur inn á miðvøllin í høgru, tá ið tað restaði eitt korter, og hann átti sín stóra lut í triðja málinum. Innleggið var gott, og støðan kundi havt verið vandamikil. Sigtór Petersen royndi at verja fyri, men fyri hann og 07 Vestur var tað óheppið, at bólturin fór í málið.

Fyri ÍF kendist tað hugaligt, at Rógvi Jacobsen endiliga er nóg væl fyri at spæla við. Hann varð skiftur inn miðskeiðis í 2. hálvleiki, og nú verður kappingin um plássini á liðnum uppaftur størri, enn hon var undan týdningarmiklu uppgerðini ímóti 07 Vestur.

Avrikið hjá vágamonnum var ikki nóg gott til at fáa stig burturúr. Í hesi vikuni verður stóra takið hjá Piotr Krakowski og hansara monnum at fáa liðið at trúgva uppá, at tað skal bera til, tá ið teir um eina viku skulu stríðast við klaksvíkingar.