Stórur munur í Havn

Neistin hevur aftur í ár eitt lið, sum ætlar sær at bjóða av í toppinum, og tað var ikki tað stóra, sum KÍF fekk gjørt við hetta.

Kollfirðingar megnaðu sjáldan at geva Neistanum nakað veruligt mótspæl, og hevði Neistin ikki sett ferðina niður seinastu løtuna, hevði sigurin helst verið enn størri.

David Advardsen gjørdist hesa ferð besti málskjúttin hjá Neistanum. Hann skeyt 8 mál. Gert Hansen skoraði 5 av málunum hjá KÍF.

 

Neistin-KÍF 36-23 (18-11)