Stórur marknaðardagur í skúlanum í Trongisvági

Allur peningurin, sum kemur inn, fer til nýggja bussin, sum Suðuroyar Ellis- og Røktarheim hevur keypt til búfólkið

 

Vælgerðandi endamál


Leygardagin verður stórur marknaðardagur í skúlanum í Trongisvági. Tað er Ellis- og Røktarheimið í Suðuroy, sum skipar fyri. Marknaðurin byrjar klokkan 15 og hildið verður so á, til alt er uppi.

Samstundis verður eydnuhjól, har vinningarnir eru jólagæs, krov og annað gott.

Á marknaðinum fara tey at selja nissur og alskyns annað jólapynt, umframt ymiskt annað. Tað allarmesta er slíkt, sum starvsfólk og búfólk á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, avvarandi hjá teimum, og onnur, hava gjørt sjálvi.

Hetta er aðru ferð, at Ellis- og røktarheimið hevur marknaðardag. Fyrru ferðina var í fjør, tá var dagurin á ellisheiminum sjálvum, men undirtøkan var so ovurhonds stór, at tað varð nakað trongligt hjá fólki.

Tí er tiltakið hesuferð flutt inn í skúlan í Trongisvági, har tað verður í stóru skúlahøllini og har umstøðurnar eru nógv betri.


Savna til buss

Allur peningurin, sum kemur inn, skal brúkast til ein buss, sum Ellis- og røktarheimið hevur keypt til búfólkið.

Bussurin kom seint í summar, og tey hava longu verið onkrar útferðir við honum, eitt nú hava tey vitjað á sambýlinum í Hvalba og í Vági.

Talan er um ein lítlan buss, sum tekur átta fólk og tey eru ómetaliga fegin um at hava fingið hann.

Sigast kann ikki annað, enn at tað hevur gingið gott at sava pening saman til bussin, tí tey byrjaðu ikki fyrrenn í fjør.

Men enn manglar í og tað er hetta, tey vóna at kunna útvegað leygardagin.

Umframt at tey sjálvi hava savnað pening saman, er gávur, sum er lætnar Ellisheiminum í sambandi við andlát, brúktar til bussin, og harafturat hevur Lions Klubburin í Suðuroy eisini latið eina munandi upphædd.