Tað hevur verið eitt málríkt HM-endaspæl higartil. Seinast eingin av fyrstu 20 dystunum í HM-endaspælinum eru endaðir við 0-0-javnleiki, var heilt afturi í 1954 – men tað er so aftur hent nú í 2018. Tað er greitt eftir at Iran og Spania spældu í kvøld, har tað var málleyst í fyrra hálvleiki, men Spania avgjørdi í seinna hálvleiki.
Spania fekk bara tað eina málið, og hetta kom smáar 10 minuttir eftir steðgin. Tað var eitt heldur tilvildarligt mál, har iranska verjan royndi at rudda burt, men Diego Costa setti beinið fyri, og bólturin stakk í málið til 1-0 til Spania. Hetta var triðja málið hjá Diego Costa í hesum HM-endaspælinum.
Iran smæddist ikki burtur í hesum dystinum, har teir eisini einu ferðina hildu seg hava javnað til 1-1. Andres Cunha og dómaratoymi hansara úr Uruguay, væl hjálptir av VAR-skipanini, tóku avgerð um, at talan var um rangstøðu. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, sum harvið endaði við sponskum 1-0-sigri.
Portugal og Spania eru oddalið í bólki B við fýra stigum í part, har seinastu dystirnir, Iran ímóti Portugal og Spania ímóti Marokko, verða spældir mánakvøldið kl.19.00.
Iran – Spania 0-1 (0-0)
0-1: Diego Costa, 54.