Ein veiðimaður í Bulgaria hevur tryggjað sær pláss í metbókunum - ið hvussu er eina tíð. Fyrr í vikuni skeyt hann ein úlv nærhendis bygdini Brusartzi har norðuri í landinum. Tá hann og felagar hansara vigaðu úlvin, vísti vektin neyvt 80 kilo, og so tungur úlvur er ikki veiddur nakrastaðni fyrr. Tað gamla metið var 79,4 kilo, og tað var ein úlvur, sum bleiv skotin í amerikanska statinum Alaska í 1939.









