TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við føroyska landsliðsspælaran, Hall Hansson, sum saman við Brandi H. Olsen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá Vendsyssel FF á heimavølli í Hjørring vann 1-0 á Silkeborg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Fyri Hall Hansson og liðfelagarnar er talan um ein stóran lætta, tí talan er um fyrsta sigurin í næstbestu fótbóltsdeildini í hesum árinum.
Teir í Vendsyssel FF ætla nú at taka ein dyst í senn, og ætla ikki at fokusera so nógv á uppflytingina til bestu fótbóltsdeildina, sum gjørt var áðrenn kappingarbyrjan. Hallur Hansson staðfestir, at talan er bert um ein sigur, og arbeiðast má víðari.
Rás2 fekk orðið á Hall Hansson, tá hann saman við Brandi H. Olsen koyrdi heim aftaná dystin ímóti Silkeborg í kvøld.