Tað var ein vælnøgdur Magni á Lakjuni, sum stóð og prátaði við erpnu foreldrini, tá ið vit fingu orðið á hann eftir dystin í Fuglafirði. Magni segði eftir dystin, at tað var ein stórur lætti, nú plássið í 1. deild komandi ár var tryggjað.
Málið var yvirliving
Magni á Lakjuni sigur, at tað var stórur munur á dystinum mikukvøldið á dystinum í Fuglafiriði og tí á Sandoy tveir dagar frammanundan. ? Eg spældi ikki sjálvur við á Sandi vegna skaða, men tá eydnaðist tað hjá B71 at fáa tempoið niður í dystinum, so tað hóskaði seg betur til teirra. Í kvøld hildu vit tempoinum allan dystin, og tað sást nokk so væl aftur í seinna hálvleiki, sigur Magni.
? Málið undan hesum kappingarárinum var yvirliving og kanska eitt sindur betur, og tað hevði verið eitt bakkast fyri felagið, um vit ryktu niður. Tað eru nógv fólk, sum hava arbeitt hart fyri at fáa spælarar til og halda liðnum uppi, og eg haldi sjálvur, at liðið hjá ÍF er ov gott til at spæla í 2.deild, sigur Magni á Lakjuni.
Sjálvur hevur Magni á Lakjuni ikki gjørt av, hvussu verður komandi ár. ? Eg veit ikki enn, hvussu tað verður komandi ár. Eg búgvi í Havn, havi familju og triðja barnið er á veg. Fótbólturin fer við nógvari tíð, so eg fari at umhugsa støðuna í vetur, sigur trímálsskjúttin.