Stórur kursmunur á íslendsku krónuni

Sølvi Ragnarsson úr Klaksvík hevur havt eina serliga uppliving við teimum ótryggu kursviðurskiftinum, sum valda í løtuni við íslendska gjaldoyranum Stórt ivasemi er um virðið á íslendsku krónuni, tí kursurin sum íslendingar í stóran mun brúka, hevur víst seg at vera munandi hægri, enn tann sum verður nýttur í Føroyum og Danmark.

At hetta er veruleiki, fekk Sølvi Ragnarsson, ið lesur stjórnmálafrøði og sum í løtuni hevur sín lestur á Lærda Háskúlanum í Reykjavík, at sanna fyri nøkrum døgum síðani, tá hann skuldi keypa eina teldu í Reykjavík.

- Eg keypti eina teldu fyri 122.000 íslendskar krónur, og tá handilsmaðurin koyrir kortið ígjøgnum, vísir hetta 6.000 danskar krónur. Hetta fekk eg ikki til at passa, tí heimaifrá hevði eg roknað meg fram til 3.000 danskar krónur. Eg bað hann strika gjaldingina og gera hana umaftur í íslendskum krónum, og tá stemmaði. Eg fekk telduna fyri 3.000 danskar krónur. Um eg ikki hevði havt tjekkað prísin áðrenn, so var eg komin til at gjalda tað tvífalda, sigur Sølvi Ragnarsson.

Les samrøðu í Sosialinum í dag við trý føroysk lesandi í Reykjavík og hoyr tey í tíðindunum á Rás2 klokkan 17.