Stórur kinesari órógvar

Makrelvinnan óttast nú heims­ins størsta verk­smiðju­skip, sum sigst vera á veg í før­oysk­an sjógv. Kring­varp­ið veit at siga, at La­fay­ette, sum heimsins størsta verk­smiðj­u­skip eit­ur, skal taka ímóti makre­li í Koll­a­firði, og Hanus Hans­en, sum umboðar Faroe Pel­ag­ic í Kollafirði segði, at um so verður, so kann tað hend­a, at virkið hjá teimum í Koll­afirði letur aftur og 70 fólk missa arbeiðið.

– Vit kunnu ikki kappast, tá kin­e­sa­r­ar um­borð á La­fa­yette fáa seks krónu­r um tím­an, segði Hanus Hansen við Deg og Viku.
Lafayette er bygt í 1980, tað er 229 metrar langt og er 69.131 brutt­o­reg­ist­er­tons. Til sam­an­ber­ing­er er Norrøna 36.000 brutt­oregi­ste­r­tons. 400 fólk arbeiða umborð.