Stórur inntøkuvøkstur í fiskivinnu

Vøksturin í donsku fiskiskipavinnuni var stórur í 2010, og danir vænta, at samlaðu inntøkurnar eru farnar um tær 3 miljardir krónur tilsamans. Danska fiskivinnuumsitingin hevur júst almannakunngjørt tølini yvir bruttoinntøkuna í donskum fiskiskapi í tíðarskeiðnum januar til november ? ella fyri teir fyrstu 11 mánaðirnar í 2010.

Í hesum tíðarskeiði hevur samlaða inntøkan verið 2,742 miljardir krónur, sum er ein vøkstur á heili 34% í mun til somu mánaðir í 2009.

Metingar siga, at samlaðu inntøkurnar í 2010 helst eru hægri enn 3 miljardir krónur.

Samlaðu landingarnar í januar til november í fjør vóru á 760.000 tons av fiski, og hetta er 6% meiri enn somu mánaðir í árinum fyri.

Nøgdirnar av matfiski øktust við 7% og nøgdirnar av ídnaðarfiski við 8%.

Inntøkan í matfiskiskapinum stóð fyri tilsamans 1,904 miljardum krónum og í ídnaðarfiskiskapi fyri 811 miljardum krónum.

Prísvøksturin á matfiski var í miðal 13% - og á ídnaðarfiski í miðal heili 73%.