Stórur innsatsur

VB/Sumba-venjarin Bjarni Johansen fegnaðist eftir dystin sunnudagin um sigurin hjá sínum liði, og hann rósti spælarunum fyri ein stóran innsats.
- Tað var trýst á okkum, men tað hevur tað veri ðso nógvar dystir í ár, og hesaferð góvur spælararnir seg meira enn hundrað prosent, segði hann.
- NSÍ hevur nógv spæl og onkrar kjansir, men málini telja, so tað var uppiborið, at vit vunnu dystin.Hetta má geva spælarunum vón um, at vit fara at klára at verða verandi í Formuladeildini. Við hesum innsatsinum trúgvi eg upp á, at vit fara at klára tað, segði Bjarni Johansen.