Stórur hundur beit lítlan hund

Hundurin, sum bitin varð í Vestmanna fríggjadagin, fekk tríggja tíma skurðviðerð

Enn er eitt greitt, um eigarin av rottwailaranum, sum fríggjadagin beit ein lítlan hund í Vestmanna, fær boð um at taka lívið av hundinum.

Ein kona kom gangandi gjøgnum bygdina við lítla hundi sínum, tá ið tveir stórir rottwailarar komu rennandi.

Í hvussu er annar hundurin beit tann lítla hundin í beinið, og beinið fór so illa, at tann lítli hundurin noyddist til djóralækna, og hundurin lá í tríggjar tímar á borðinum og fekk skurðviðgerð.

Politiið sigur, at tann lítli hundurin eisini varð bitin í ryggin, men hundurin var í selatoyi, og tað hevur helst bjargað hundinum.

Eigarin hevur í fyrsta umfari fingið boð um at hava hundarnar í bandi.