Áhugin hjá útlendskum ferðafólki at koma til Føroya bara veksur og veksur og hann hevur kanska ongantíð verið størri en hann er nú.
Tað má Magni Arge, stjóri á Atlantsflog ásanna.
Hetta vikuskiftið skipar føroyska flogfelagið á øðrum sinni fyri stórari ferðavinnustevnu í Føroyum undir heitinum ”Fly Faroe”.
Hetta er ein ferðavinnustevna, har føroyskir veitarar í ferðavinnuni fáa høvi at hitta útlendskar ferðasmiðir við serligum áhuga fyri at skipa fyri ferðum til Føroya.
Seinast var luttøkan góð, men í ár er luttøkan so stór, at Magni Arge er rættiliga tikin á bóli.
Luttøkan er sostatt nógv størri í ár, enn hon var seinast, tí hesuferð eru fleiri enn 100 fólk við á stevnuni og av teimum koma næstan 70 úr útlondum.
Annars eru 23 veitarar úr Føroyum við á stevnuni.
- Útlendingarnir umboða 40 ferðavinnufyritøkur í Norðurlondum, Bretlandi og Mið- og Suðurevropa.
- Men tað koma eisini ferðavinnufyritøkur úr so fjarskotnum longum sum USA og Japan til Føroyar hetta vikuskiftið.
Tiltakið er sostatt vaksið nógv meiri enn roknað var við og tað kann skjótt samanberast við Vestnorden Travel Mart, tá einir 100 gestir plaga at vitja tey trý útnorður londini Føroyar, Ísland og Grønland.
Náttúrunar Katedralar
Magni Arge er serliga spentur upp á um tað ber til at fáa fleiri italiensk ferðafólk til Føroya.
- Í Italia er rættiliga stórur áhugi fyri Føroyum og tað er nokk so sermerkt, tí tað eru vit ikki von við.
Hann sigur, at sostatt eru tað fleiri italienarar, sum ætla sær til Føroya.
Tað slepst ikki uttan um, at landsdystirnir, sum skulu vera ímillum Føroyar og Italia, hava avgjørt havt sína ávirkan og hevur gjørt sítt til at tey hava fingið eyga á Føroyar.
- Italienarar halda, at Føroyar eru serstakliga spennandi ferðamál og tað kunnu vit kanska undrast eitt sindur á.
- Høvdu vit fingið ein ferðavinnustreym úr Italia til Føroya, hevði tað verið serstakliga áhugavert fyri føroyska ferðavinnum heldur Magni Arge.
Tað er skjótt at semjast um, at tað er hvørki sandur, sól ella náttarlív, sum dregur útlendsk ferðafólk til Føroya.
- Tað eru natúran, fólkið og mentanin, sum dregur. Tað eru forbergini, holini og hellini, ið hugtaka útlendingar.
- Tey eru okkara nátturunar katedralar íð draga sum magnetar. Og tað er nakað sermerkt hjá øllum øðrum, enn hja okkum sjálvum, tí vit síggja tað hvønn dag og leggja tískil kanska ikki merki til tað.
Høvdu vit fingið ein ferðavinnustreym úr Italia til Føroya, hevði tað verið serstakliga áhugavert fyri føroyska ferðavinnum heldur Magni Arge.
Hann hugsar kanska serliga um, at NorðurItalia er er ein tann fíggjarliga sterkasti parturin í Evropa, so tað kundi kasta nógv av sær til føroyska samfelagið.
Og so er tað heldur ikki gamalt, at japanesarar og amerikanarar halda, at Føroyar eru so áhugaverdar, men tað er eisini við at koma av álvara.
Magni Arge heldur sostatt, at møguleikar eru avgjørt fyri at menna ferðavinnuna. Men hann staðfestir samstundis, at gistingarmøguleikarnir eru ein fløskuhálsir, tí vit hava ikki nóg mikið av sengrum á hotellum, og gistingarhúsum av ymsum slagi til at ferðavinnan kann mennast.
Kortini ásannar hann, at Atlantis Airways hevur ongar ætlanir um at víðka um virksemið til eisini at umfata gistingarmøguleikar.-
- Vit hava eina kjarnuframleiðslu, sum er flúgving og tað ætla vit at brúka okkara orku til, sigur stjórin í Atlantsflogi.
Frálíkur synisgluggi
Magni Arge heldur, at hendan Fly Faroe ferðavinnustevnan, er ein hin besti sýnisgluggin hjáføroysku ferðavinnuni yvirhøvur.
Á Vestnorden Travel Mart eru eisini nógvir ferðasmiðir, men tað skerst ikki burtur, at teir hava størstan áhuga fyri Íslandi, harnæst fyri Grønlandi og so koma Føroyar sum ein parentes.
- Men á hesari stevnuni koma ferðasmiðir alla møguliga staðni frá, tí atteir hava ein heilt serligan áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli og tað gevur okkum heilt serligar møguleikar at fáa nakað burturúr.
Stevnan byrjar í kvøld við lítlari samkomu í kirkjubø, men tann stóri framsýningardagurin er í Norðurlandahúsinum í morgin, leygardagin, har útlendskir ferðasmiðir og føroyskir veitarar hittast at keypa og selja ferðir, upplivilsi og aðrar tænastur.
Men tíverri staðfestir hann, at umboðanin úr Suðuroy og Norðoyggjum er heldur slak.
-Tað er stórt spell, tí hetta er eitt sjáldsamt høvi hjá tænastuveitarum í Føroyum at hitta útlendskar ferðasmiðir, sum fegnir vilja selja ferðir til Føroyar.
Men á stevnuni fer landsstýrismaðurin í ferðavinnu, Bjarni Djurholm fer at halda fyrilestur og tað fara Magni Arge og og onnur at halda fyrilestrar.
Sunnudagin fara gestirnir so át útferðir kring landið, áðren tey fara av aftur landinum.










