Nærum hundrað fólk høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið í Vágsbotni týskvøldið, fyri at hoyra Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jensen frá Fjordskolen í Danmark greiða frá.
Longu trý korter til átta vóru hølini fullsett, so neyðugt var flyta borð og stólar og umskipa tað heila eitt sindur, soleiðis at fólkið, sum bíðaði í durinum, eisini fekk sess inni í salinum.
Ein staðfesting av, at áhugin fyri evninum er stórur. Og skal nakað staðfestast út frá tí, sum varð borið fram á fundinum týskvøldið, so er tað, at tørvurin á einum serskúla fyri næmingar við atferðartrupulleikum er stórur – sera stórur.
Lærarar, pedagogar, psykologar og foreldur
Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jensen skiftust báðir um at hava orðið og greiða frá. Og tá hesir høvdu tosað seg heitar, komu áhoyrararnir meiri og meiri við í prátið, soleiðis at tað mest av øllum minti um eina samrøðu millum hesar báðar og so fjøldina annars, sum millum annað taldi lærarar, pedagogar, psykologar og foreldur.
Hugleitt varð um næmingin við trupulleikum og støðu hansara. Ingvald á Kamarinum og Ulrik Jensen greiddu frá sínum royndum og frá tilboðnum, ið Fjordskolen bjóðar í Danmark og eisini hvussu hesin skúli er skipaður. Eisini varð nomið við, hvat kann gerast í Føroyum, fyri at bøta um støðuna.
Ikki nøkur útreiðsla
Spurdur ítøkiliga, um hvat skal til, fyri at fáa eitt líknandi tilboð í Føroyum, svaraði Ingvald á Kamarinum stutt og greitt.
– Ein lógarbroyting er tað, sum krevst.
Henda er ávegis vita vit, tí í lógaruppskotinum, sum liggur í tinginum í løtuni, er ein heimild til landsstýrismannin, um at stovnseta serskúlar sum hesar.
Ingvald greiddi frá, at serskúlin, hann er stjóri á, liggur í hansara heimi. Tí krevst ikki neyðturviliga ein stórur og nýggjur bygningur.
Síðani krevst, at nakrar eldsálir eru, sum brenna fyri tí. Í hesum sambandi var nevnt, at lærarar á serskúlum sum hesum, ofta skjótt brenna út, og Ingvald nevndi á Fjordskolen vóru tað bara hann og Ulrik, sum høvdu verið við frá byrjan.
Spurt varð eisini, hvat ein næmingur á Fjordskolen í miðal kostar. Her ynskti Ingvald staðiliga at vísa á, at ein næmingur á ongan hátt er ein útreiðsla. Tað má ómøguligt vera hugsanarhátturin, vísti hann á, men um tað partú skuldi setast krónur og oyrur á, so kostar ein næmingur í miðal 300.000 krónur um árið.
– Men tað kann ikki vera rætt, at børnini verða løgd fram sum ein útreiðsla, segði Ingvald á Kamarinum og vísti á, at børnini eru ein íløga og ikki ein tung byrða.
Staðfest sína støðu
Prátað varð vítt og breitt. Spurningar vórðu settir, og spurningar vórðu svaraðir. Tað varð tó eingin serskúli stovnsettur í Miðlahúsinum týskvøldið. Tað var heldur ongantíð ætlanin. Málið var at varpa ljós á henda bólk, sum ongan góðan eigur í Føroyum. At viðgera eitt evnið, seta orð á nøkur ting, lýsa nakrar støður og nevna nakrar møguleikar.
Og fólkið tók í móti hesum. Í nærum tveir tímar varð evnið viðgjørt, og tá sløkt varð fyri mikrofonini kjakaðust fólk víðari um evnið. Tey høvdu fingið svar upp á nakrar av sínum spurningum, staðfest sína støðu og sett orð á nakrar tankar.