Stórur áhugi í norskum miðlum fyri Rógva Baldvinsson

Mest virda blaðið í Noregi, Aftenposten hevur stóra grein um útvarpsvertin í Noregi, ið skal spæla móti Noregi

Í Noregi er tað ein góð søga, at ein norskur útvarpsvertur, ið er av føroyskum uppruna er partur av føroyska hópinum, ið skal møta Noregi á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.

FM1 sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Noreg. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 18. 

Mest virda og kenda norska blaðið, Aftenposten hevur eina stóra grein um Rógva Baldvinsson. Greinin umrøður hansara gerandisdag sum útvarpsvertur í Rogalandi í Vestur-Noregi, og umrøður eisini yrkisleiðina Rógvi hevur havt sum fótbóltsspælari og sum landsliðsspælari.

Greinin hjá Aftenposten sum eisini hevur áhugaverdar faktaboksir kann lesast HER

Aðrir norskir miðlar hava eisini víst Rógva Baldvinsson áhuga, og Rògvi hevur havt nógv at gera at svara spurningum frá norskum miðlum.

 

HER 

ber til at hoyra eina reportasju frá FM1, ið vitjaði Rógva Baldvinsson á Jærradion í Sandnes sunnanfyri Stavanger. Í Rogalandi er Rógvi ein kendur útvarpsmaður. 

 

##med2##