Stórur áhugi hjá ferðamannaskipum at koma til Føroyar

Í ár hava 36 útlendsk ferðamannaskip verið í Føroyum og longu nú hava aftur 36 boðað frá, at tey koma næsta ár

Ferðavinna


Tað verður størri og størri áhugi hjá útlendskum ferðamannaskipum at koma til Føroya.
Tað vil siga til Havnar, tí tey koma øll inn á Havnina
Vanliga hava nøkur og tjúgu fremmand ferðamannaskip verið í Føroyum um árið, men í ár hava ikki færri enn 36 útlendsk ferðamannaskip verið í Havn.
Tað er tað mesta, sum hevur verið.
Men líkt er til, at tað metið verður tikið longu næsta ár.
Jónsvein Lamhauge, havnafúti í Havn, sigur, at longu nú hava 36 útlendsk ferðamannaskip biðið um pláss á Havnarvág komandi ár.
Hann sigur, at útlendsk ferðamannaskip eru von at biðja um pláss í góðari tíð, men av tí, at vit bara eru í oktober enn, er tað ógvuliga sannlíkt at okkurt kemur afturat næsta ár.
Skipini eru ógvuliga ymisk til støddar.
Havnarfútin sigur, at størstu skipini, sum vóru í Havn í fjør vóru Crystal Symphony og Rotterdam.
Hann heldur eisini, at hetta eru størstu skipini, sum hava verið í Havnini.
Tey bæði skipini eru um 238 metrar long. Til samanberingar kann nevnast, at Norrøna er 160 metrar long, so talan er um ordiligar risar.
Crystal Symphonie kemur aftur til Føroya næsta summar.
Tað er ilt at siga, hvaðani hesi skipini eru, tí tey allarflestu sigla undir hentleikaflaggi.
Men meginparturin av ferðafólkunum eru amerikanarar, men tað eru eisini nógvir bretar og týskarar og ímillum.
Tær allarflestu krússaraferðirnar byrja í Hamburg ella í Bremen og koma so norðureftir, vestanfyri Bretlandi, kanska inn í Hetlandi á veg til Føroya og so suðuraftur framvið Noregi.
Onnur koma norður eystanfyri og leggja inn í Føroyum og fara síðani vestureftir til Íslands og Grønlands og kanska heilt yvir til Amerika.
Steðgurin í Føroyum eru ikki langir, vanliga liggja skipini einar 6 - 8 tímar.

Ymisk ferðafólk
Vanliga myndin av ferðafólkinum, sum er við slikum skipum, er, at talan er um eldri fólk, sum eru væl fyri fíggjarliga.
Men Havnarfútin heldur, at hendan myndin er broytt eitt sindur.
Útboðið av krússaraferðum er stórt og tað ger, at slíkar ferðir eru ikki heilt so dýrar longur, sum tær hava verið.
Sostatt er hetta slagið av feriu eisini blivið atkomuligt hjá einum størri skara av fólki, enn vanligt hevur verið.
Samstundis ger tað stóra útboðið, at tey, sum skipa fyri slíkum ferðum, royna at lokka fleiri fólk við og tískil eru nú eisini yngri fólk at síggja ímillum ferðafólki, eins og tað heldur ikki er óvanligt at síggja húski við børnum við slíkum ferðum.