Eftirspurningurin eftir æðudúni hevur verið veksandi tey bæði seinastu árini. Hetta er millum annað komið íslendingum væl við, og sagt verður, at verður eftirspurningurin tann sami í ár, fara íslendingar at útflyta æðudún fyri meiri enn eina hálva milliard íslendskar krónur í hesum árinum.
Tað mesta av tí íslendska æðudúninum fer til Japan, har tað verður brúkt til dýnur og koddar av tí dýrara slagnum.
Morgunblaðið skrivar, at íslendingar fáa góð trý tons av reinsaðum æðudúni um árið, og at sum er liggur prísurin millum 160 og 300 íslendskar krónur fyri kilo.