Stórur áhugi fyri ítróttarháskúlanum

Fleiri fólk hava longu teknað seg til fyrsta skeiðið.

Ítróttarháskúlin í Suðuroynni skipar í dag fyri einum royndardegi, har ungdómar frá øllum landinum kunnu uppliva hvussu ein dagur verður á skúlanum, ið byrjar í heyst.


Men longu nú hevur skúlin fingið fleiri tilmeldingar, upplýsir Gudmundur Joensen, leiðari í Ítróttarháskúlanum fyri in.fo.


- Tað hevur gingið ómetaliga væl. Fleiri fólk hava meldað seg til skeiðið, ið verður í heyst. Sjálvt um freistin ikki er fyrr enn 1. juli, so hava longu 11 fólk melda seg til skeiðið eftir, at vit lótu upp fyri tilmeldingini 1. mai.


Leiðarin hevur eisini góða vónir um, at dagurin í dag fer at gera, at fleiri fólk taka eina avgerð.


- 26 fólk eru við á degnum í dag, og tá er talan um nógv, ið ikki longu hava meldað seg til skeiðið í heyst. Harumframt merkja vit ein stóran áhuga fyri skúlanum og fáa í heilum fyrispurningar, so vit vænta, at tað verður nøkur aftrat, ið melda seg til áðrenn freistin er farin.


Heystskeiðið 2016 byrjar mánadagin 15. august 2016 og er skúlaskeiðið í fimtan vikur, umframt eina viku heystfrítíð.