-Eg eri væl nøgdur við talið av umsóknum. Sjálvt um oljufeløgini hava víst føroyska økinum stóran ans tey seinastu árini, er tað altíð ringt at meta um, hvussu nógv feløg fara at søkja, tá talan er um eitt heilt nýtt øki. Tað er ein spennandi tíð, sum nú liggur fyri framman, og mín vón er, at leitivirksemið fer at føra til oljuframleiðslu á føroyska landgrunninum, soleiðis at vit í framtíðini fáa eina nýggja og sterka vinnu øllum samfelagnum at gagni sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum.
Hetta fyrsta loyvisumfarið varð latið upp 17. februar í ár. Økið, sum er boðið út, liggur eystan fyri og í ein landssynning úr Føroyum og er um 14.000 ferkilometrar til støddar. Økið er býtt upp í 56 heilar teigar og 26 partteigar. Umsóknirnar, ið eru komnar inn í hesum umfarinum, fevna um umleið eina helvt av útbjóðaða økinum.
Oljufeløgini, sum hava søkt um leitiloyvi á føroyska landgrunninum, eru: Agip, Amerada Hess, Anadarko, Atlants Kolvetni, BP Amoco, British Gas, Co-noco, Dong, Enterprise, Føroya Kolvetni, Marathon, Murphey, Norsk Hydro, Phillips, Statoil, Texaco og Veba.
Oljumálastýrið sigur í tíðindaskrivi, at tað miðar móti at veita loyvini í september í ár.
Sum gitt í seinastuni er heimsins størsta oljufelag Exxon Mobil ikki við. Annars hava bæði Esso og Mobil, tá tey vóru tvey feløg, verið við í kanningunum á føroyska landgrunninum. Onnur oljufeløg, sum hava verið við í kanningunum her seinastu árini, men sum tóku seg aftur, tá latið varð upp fyri økinum, eru Mærsk Olie og Gass, Total Fina Elf og Shell. Harvið er ikki sagt, at tey vilja vera við einaferð í framtíðini. Eitt oljufund á føroyskum øki rættiliga skjótt kann fáa hesi feløg til at umhugsa støðu sína skilur blaðið. Tað er komið eitt sindur óvantað á okkara myndugleikar, at heimsins størsa oljufelag Exxon Mobil ikki er við.
Millum feløgini, sum hava verið við í forkanningunum á Føroyaøkinum, men ikki hava latið umsókn inn, er sum sagt franska oljufelagið Total Fina Elf, sum vegna ósemju um útbjóðingarøkini í Sagabólkinum tók seg úr Føroyaøkinum. Mary Dwyer frá Total sigur, at orsøkin til, at tey hava tikið seg aftur er m.a. tað stóra arbeiði, ið liggur fyri framman fyri at fáa framt samanleggingina av Total Fina við ELF. -Vit hava stórar arbeiðsskráir í hinum pørtunum av Atlantsmótinum. Føroyaøkið er bara ikki so upplagt á hesum sinni. Men vit ynskja føroyingum góða eydnu við hesi fyrstu útbjóðingini sigur Total-kvinnan.