Stórur áhugi fyri Shipping 2008

Hóast tekningarfreistin enn ikki er úti, eru tey í Føroya Banka væl nøgd við undirtøkuna, sum Shipping-ráðstevnan hevur

Tekningarfreistin til ráðstevnuna er mikudagin 5. mars, og longu nú kann staðfestast, at áhugin fyri stevnuni er stórur.

Evnið á stevnuni er, hvussu Føroyar kunnu fleirfalda inntøkuna av shipping-vinnuni, soleiðis at hendan kann gerast eins týðandi, sum hon er tað í grannalondum okkara.

Tvær broytingar eru annars gjørdar í skránni, síðan upprunaliga skráin varð lýst.

Í staðin fyri Viljálm Gregoriussen, stjóra á Skipaeftirlitinum, fer nýkosna landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, at leggja fram á ráðstevnuni. Henda broyting er gjørd í sambandi við, at Vinnumálaráðið hevur fingið ábyrgd av FAS-skipanini.

Ein onnur broyting verður, at formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Annfinn V. Hansen, fer at leggja fram felagsins sjónarmið um FAS og shippingvinnuna í staðin fyri Bitland.

Hinir fyrilestrarhaldararnir verða sum áður lýst umboð fyri Mærsk, Torm, Simon Møkster Shipping, Sjóvinnudepilin og Føroya Banka.