Áhugin fyri at leita eftir olju í bretskum og norskum sjógvi er sera stórur, og hann tykist veksa støðugt.
Tá bretar herfyri høvdu eitt nýtt útbjóðingarumfar, vóru tað ikki færri enn 68 feløg, sum søktu um at fáa leitiloyvi, og tá norðmenn seinast høvdu eitt útbjóðingarumfar, lógu 16 feløg framvið. Hetta merkir kortini ikki, at áhugin fyri tí norska økinum er so nógv minni, og fyrradagin vóru 14 feløg á fundi við norska oljumálaráðharran, Thorhild Widvey, har tey bóðu um at verða góðkend til at leita eftir olju og gassi í norskum øki, skrivar Aftenposten. Tey 14 feløgini hava bretska góðkenning, men ikki norska.
Thorhild Widvey sigur við blaðið, at higartil eru tað yvirhøvur norsk og stór altjóða oljufeløg, sum hava fingið leitiloyvi í norskum øki, men at stjórnin kortini hevur áhuga í at tosa við tey smærru feløgini eisini. Hetta er ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra tað norska økið, sigur hon.