Tað var stórur áhugi fyri ætlaðu útstykkingini við Myllutjørn í Hoyvík, ið varð løgd fram á kunningarfundi í Posthúskjallaranum í gjár. Umsitingin hjá kommununi greiddi frá hugskotinum aftan fyri henda nýskapandi býling, meðan tríggjar ymsar fyritøkur løgdu fram uppskot um, hvørji hús kunnu byggjast á staðnum.
-Eg má siga, at eg síggja ljóst uppá tingini eftir henda fundin. Her møtti nógv
áhugaði fólk, so útlitini fyri at vit megna at selja 26 av teimum 64 stykkjunum, ið
skal til fyri at vit kunnu seta verkætlanina í gongd, vildi eg mett at vera góð,
sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í tíðindaskrivi.
Á fundinum boðaði borgarstjórin frá, at um tey kravdu 26 stykkini ikki eru seld um
árskiftið, so tekur kommunan málið upp til nýggja støðutakan. Hetta m.a. fyri at
tey, ið hava ognað sær eitt grundstykki, og hava eitt ynski um at seta búgv, ikki
skulu kenna seg bundnan óneyðuga longi at júst hesum møguleika, sigur Heðin Mortensen.









