Áhugin fyri konsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið við Marknaliðnum, sum er helvtin av gamla Harkaliðnum, og Vágaverki er veruliga stórur.
Tað er nærum útselt til konsertina leygarkvøldið, og nú verður arbeitt við, um tað er møguligt at stápla eina eykakonsert uppá beinini.
Fyrireikararnir høvdu vónað, at talan fór at verða um ein rímiligan áhuga fyri einari konsert við hesum báðum tilkomnu bólkunum, og kunnu nú staðfesta, at veruliga nógvum framvegis dámar tónleikin hjá Harkaliðnum/Marknaliðnum og tónleikin hjá Vágaverk.
(Mynd: www.nlh.fo)










