Stórur áhugi fyri Lindu

Atgongumerkini til sitikonsertina vid Lindu Andrews ganga sum heitt breyð Fyrrakvøldið lat atgongumerkjasølan til konsertina við X-Factor-vinnaranum Lindu Andrews upp. Í dag er helmingurin av teimum 600 atgongumerkjunum longu seld.

 

Áhugin fyri Lindu Andrews er øgiligur. Tað sást eisini í SMS henda dagin, tá Linda Andrews spældi á einum fyltum Torgi.

 

Tá sang hon til playback-tónleik. Fríggjakvøldið 17. apríl er tað veruliga vøran.

Við sær hevur havnagentan nevniliga ein garvaðan bólk, sum telur Kim Hansen, Jens Marna Hansen, James Olsen, Jóhannus á Rógvu og tveir blásarar.

 

Harumframt fer kristiliga gospelkórið United Voices at framføra.

 

Til ber at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.