Stórur áhugi fyri Lerki og Róki

Partafelagið Faroe Origin hevur fingið fleiri fyrispurningar um trolararnar Rók og Lerk, sum felagið gjørdi av at leggja herfyri, tí raksturin bar seg ikki.

Dávid Jacobsen, stjóri í P/F Faore Origin, sigur, at fyrispurningar eru komnir úr Føroyum og úr øðrum londum, og at fólk hava verið og hugt at skipunum. Enn hevur felagið tó ikki fingið nakað nøktandi boð, sigur hann.

Rókur og Lerkur eru bygdir á Karstensens Skibsværft í Skagen. Rókur varð bygdur til eitt felag í Írlandi í 2000, og Lerkur varð bygdur til eitt skotskt felag í 1999. Trolararnir vórðu bygdir til at royna hvør sæð, men tá Faroe Seafood seinni keypti teir til Føroya, blivu teir riggaðir um til partroling.

Rókur og Lerkur eru um 38 metrar langir og 10,5 metrar breiðir.