Stórur áhugi fyri leiting við Føroyar á oljumessu

Uttanríkisráðið og Oljuvinnufelagið hava samskipað føroysku luttøkuna á stóru oljuvinnuframsýningini Offshore Europe ´09, sum hevur verið í Aberdeen í hesum døgum.

Framsýningin lat aftur í gjár og fyrireikararnir meta, at framsýningin hevur haft fleiri enn 40.000 vitjandi. Framsýningin er sostatt tann størsta nakrantíð.

Offshore Europe er ein framsýning fyri undirveitarar til altjóða oljuídnaðin, hvørs endamál er at lata partar í vinnuni hittast, endurnýggja avtalur og skapa nýggj sambond.

Eins og undanfarin ár luttaka føroysku fyritøkurnar við einum felags bási, sum aftur í ár liggur væl fyri beint við høvuðsinngongdina til framsýningina. Føroysku fyritøkurnar boða frá nógvum vitjanum og virksemi í básinum hesar dagarnar, framsýningin hevur verið. Vinnufólk og tíðindafólk úr øllum heiminum hava serliga verið áhuga í boringini, sum eftir ætlan skal fara fram undir Føroyum komandi vár.

Føroyskt vinnulív er umboðað av Atlantic Airways, Atlantic Supply Base, Shefa og Runavíkar Havn saman við umboðum frá Uttanríkisráðnum, Oljuvinnufelagnum og Jarðfeingi.

Føroyska luttøkan á framsýningini er minni enn undanfarin ár, men luttakandi føroysku fyritøkurnar hava fingið nógv burturúr, og tær eru væl nøgdar við framsýningina, sigur ein av samskiparunum, Unn Poulsen, úr Uttanríkisráðnum.