Stórur áhugi fyri íløgum

Klaksvík: Í kvøld skipar Føroya Banki í Klaksvík fyri serstakum tiltaki fyri tey, ið hava áhuga fyri virðisbrøvum og hvussu ein kann gera íløgur í hesi.

Lýst hevur verið við hesum tiltakinum, og sigast kann, at áhugin hevur verið sera stórur.
Tá vit tosaðu við Hans Petur Clementsen, deildarleiðara á middegi í gjár var ikki fullteknað. Men hann ivaðist onga løtu í, at tað fór tað at verða í kvøld.
 Jú, áhugin hevur verið sera stórur, og tí vænti eg, at eini 100 til 150 fólk verða við til tiltakið, sigur hann.
Á fundinum í kvøld fer m.a. fíggjarleiðarin Jan Jacobsen at greiða frá hesum áhugaverda evni, har høvið eisini verður at kjakast um evnið.