Stórur áhugi fyri kirkjuráðsvalinum

Í dag er kirkjuráðsval í Tórshavnar Eystaru Sókn, og áhugin fyri valinum tykist verða rættuliga stórur.

Tað hevur í seinastuni mangan verið ført fram, at áhugin fyri kirkjuráðsvali ikki er serliga stórur. Hóast kirkjuráðsval er fjorða hvørt ár, so er tað sjáldan, at nakað veruligt val er, tí í flestu førum er bert tann eini listin uppstillaður. Soleiðis plagar eisini at verða í Tórshavnar Eystaru Sókn, sum er sóknin hjá Dómkirkjuni, men í ár er øðrvísi. Tveir listar eru uppstillaðir, og kirkjuráðsvalið hevur fingið óvanliga nógva umrøðu í miðlunum.

Javnur streymur
So skjótt valhølini lótu upp í kjallaranum í Meinigheitshúsinum, var ein javnur streymur av fólki, sum fór á val. Hóast tað ofta verður sagt, at tað bert eru tey gomlu og meiri tilkomnu, ið hava áhuga fyri kirkjuni, so var yngra ættarliðið eisini væl umboða, hóast tey eldru høvdu munin.
Longu fyrsta korterið, ið valhølini vóru opin, mundu útvið hálvthundrað fólk hava valt, og streymurin av veljarum var støðugur.
Ein av orsøkunum til, at áhugin fyri kirkjuráðsvalinum tykist verða óvanliga stórur, er ivaleyst tann, at nýggja kirkjuráðið skal taka støðu til fleiri tung mál í komandi valskeiði. Eitt er, at nýggjur dómpróstur skal finnast. Somuleiðis skulu Føroyar hava nýggjan bisp, og ikki minst verður nýggj kirkja bygd í Hoyvík, sum hoyrir til sóknina.
Veljast skulu 14 limir í kirkjuráðið, og veljararnir kunnu velja millum 40 valevni á tveimum ymiskum listum. Í Tórshavnar Eystaru Sókn eru gott og væl 6.000 borgarar, ið hava atkvøðurætt til kirkjuráðsvalið.
Kirkjuráðsvalið fer, sum áðurnevnt fram í kjallaranum í Meinigheitshúsinum, og valhølini vóru opin millum klokkan tíggju og tólv fyrrapartin, og klokkan fýra og seks seinnapartin.