Stórur áhugi fyri jólasøluni

Afturvendandi jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag var um vikuskiftið, og undirtøkan í ár var framúr góð.

Í ár var áhugin fyri at sýna fram á jólasøluni so mikið stórur, at neyðugt var at flyta jólasøluna niðan í ítróttarhøllina á Hálsi, har rúm er fyri teimum okkurt um 60 básunum, sum vóru við á jólasøluni 2005.

Breitt úrval
Fyri hvørt ár tykist tað eisini sum um, at úrvalið av heimaframleiddum vørum gerst alsamt meiri umfatandi. Tú kanst velja millum pløgg, prýðislutir, okkurt etandi og annað gott.
Í ár var til dømis sera stórur áhugi fyri teimum básunum, sum sniðgevar, ið eitt nú gera barnaklæðir, høvdu, og fleiri av sniðgevunum fingu eina rúgvu av bíleggingum.
Nógvir básar vóru eisini, ið sýndu fram ymiskar jóladekoratiónir, og nógv annað jólapynt var eisini at fáa.

Luttakarar væl nøgdir
Ein av framsýnarunum á jólasøluni 2005 var GÍGGJ, sum ger klæði til bæði børn og vaksin. Guðrið í Stórustovu, sum sjálv onnur rekur og eigur GÍGGJ, sigur, at tær eru stak væl nøgdar við stevnuna.
- Tað hevur gingið avbera væl, og vit hava fingið heilt fitt burturúr. Eg haldi, at hetta er fimta árið, at vit eru við. Higartil hava vit bara havt barnaklæðir við á jólasøluni, men í ár høvdu vit sum nakað nýtt eisini klæðir til vaksin. Tað gekk bara væl, og vit hava fingið heilt fitt av bíleggingum, sigur Guðrið í Stórustovu. Hon sigur eisini, at tær nú hava úr at gera við at seyma klæðini, sum eru bíløgd, tí tey allarflestu vilja hava klæðini til jólar og til jólafestirnar, ið eru undan jólum.
Hjá GÍGGJ er síðsti mánaðin undan jólasøluni nógv merktur av, at tær skulu gera klæðir klár at sýna fram á sølustevnuni. Guðrið í Stórustovu sigur, at tað er ein strævin tíð, men tær eru altíð spentar, tí jólasølan er ein sera góður møguleiki hjá teimum at vísa fram, hvat tær hava at bjóða.
Guðrið í Stórustovu sigur, at tað vóru sera nógv vitjandi á jólasøluni í ár, og tað var allatíðina nógv fólk og vitjaði.
- Tað var allatíðina fólk, so tað bar ikki til at taka sær av løttum. Leygarkvøldið, tá ið stevnan stongdi klokkan átta, stilnaði tó nakað av um hálvgum átta, og tá fingu vit fyri fyrstu ferð á degnum luft, greiðir Guðrið í Stórustovu frá.