Stórur áhugi fyri happing

Miðlahúsið var stúgvandi fult av fólki, tá Sinnisbati hevði sett happing á skránna mánakvøldið
Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, fegnaðist um stóra áhugan og fer nú at taka stig til, at tiltakið verur fylgt upp, so ítøkilig úrslit kunnu spyrjast burturúr


Fólk úr øllum fakbólkum umframt hópin av øðrum áhugaðum vóru møtt í Miðlahúsinum mánakvøldið, tá Sinnisbati hevði valt at varpa ljós á happing í sambandi við at 10. oktober var Alheimsdagur fyri Sálarheilsu.
Fyrilestrar og kjak
Eftir eina røð av áhugaverdum fyrilestrum, sum viðgjørdu happing út frá ymsum sjónarhornum, vóru spurningar og kjak á skránni. Breið semja tóktiskt vera um, at happing átti at verið bannað við lóg eins, og tað til dømis er í Svøríki.
Víst varð á, at tað er ikki nokk at lata lærarar fara á skeið og fáa eftirútbúgving, so teir betri eru førir fyri at handfara happing. Tryggjast má eisini, at neyðuga tímatalið verður sett av, so lærarar fáa gjørt nakað munagott í flokkunum fyri at forða happing.
Soffi Egholm fegnast um stóra áhugan fyri tiltakinum, sum bara hevur styrkt fatanaina hjá Sinnistbata av, hvussu umfatandi trupulleikin við happing í grundini er í Føroyum. Næsta stigið hjá felagnum verður at seta ein arbeiðsbólk, ið fer at arbeiða fram ímóti, at ítøkiligar mannagongdir verða settar í verk á skúlum kring alt landið.