Tað er Flogfelag Føroya, sum skipar fyri ferðini til Belgia at hyggja eftir Formel 1. Og hevur áhugin verið so stórur, at hetta verður aftur á skránni komandi summar.
? Jú, áhugin hevur verið ógvuliga stórur. 50 pláss vóru, og til endans vóru 47 pláss bíløgd. Men nøkur hava meldað frá, so ferðaliðið, sum fór avstað í gjár, taldi 42 fólk, sigur Theodor Joensen frá Flogfelag Føroya.
Theodor Joensen sigur, at áhugin hevur verið so stórur, at okkurt líknandi verður heilt vist aftur á skránni komandi ár, og helst verður tað aftur Belgia.
? Belgia er áhugavert, tí tað er forholdsvíst bíligt at fara hagar, tí tað er so nær við. Við í ferðapakkanum er sjálv ferðin aftur og fram, hotell, sitipláss til Formel 1 kappkoyringina, og atgongd til Spa breytina allar tríggjar dagarnar. Ein slíkur ferðapakki kostar beint undir 9000 krónur.
Ferðaliðið, sum fór avstað í gjár, kemur aftur mánadagin.