Stórur áhugi fyri forkanningum á landgrunninum

Hóast tað enn ganga nakrir mánaðir til 1. útbjóðing er klár og uppaftur nakrar mánaðir til fyrstu loyvini verða latin, so tykjast eitt nú seismikkfeløg sera áhugað í at gera forkannngar á landgrunninum.

Hóast fyrstu loyvini til boring á føroyska landgrunninum neyvan verða latin fyrr enn næsta vár ella summar, so er kortini longu stórur áhugi fyri at gera forkanningar á føroyskum øki. Oljumálastýrið hevur latið ikki færri enn sjey forkanningarloyvi í ár. Hesi eru mest til seismiskar kanningar, men talan er eisini um aðrar kanningar.

Loyvini, sum eru latin, eru til: Veritas DGC frá 15.2.1999 til 14.2.2000, Geco-Prakla frá 25.2.1999 til 24.2.2000, Bell Geospace Limited frá 7.6.1999 til 6.6.2000, TGS-NOPEC Geophysical Company frá 1.7.1999 til 30.6.2000, Fugro-Geoteam frá 1.7.1999 til 30.6.2000, Agip UK frá 20.7.1999 til 19.7.2000 og PGS Reservoir frá 12.8.1999 til 11.8.2000. Harumframt hevur Oljumálastýrið onkra umsókn til viðgerðar.

Herólvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum er fegin um, at áhugin er so stórur fyri at gera forkanningar nú áðrenn fyrstu útbjóðing. Oftani liggur áhugin fyri at gera forkanningar serstakliga í kjalarvørrinum á eini útbjóðing.

Men tað er helst loysnin av marknatrætuni við bretar og vónin um, at nú kemur 1. útbjóðing, sum gera, at fleiri seismikkfeløg vilja gera kanningar nú, og soleiðis at úrslitini kunnu fyriliggja, áðrenn og beint eftir at loyvini verða latin í næsta ár.

Tað eru serstakliga seismikkfeløgini, sum royna at liggja framvið, og flestar av kanningunum eru niðri í landssynningshorninum vestan og norðan fyri oljuleiðirnar á bretskum øki.


Veritas sera virkið á føroyska økinum

Eitt av teimum mest virknu seismikkfeløgunum í Hvíta økinum og eisini á føroyska landgrunninum er Veritas DGC ella betri kent undir fyrrv. heitinum Digicon. Hetta felagið hevur gjørt nógvar av teimum sera kostnaðarmiklu og framkomnu 3D kanningunum á hesum leiðum. Í fjør skjeyt felagið sum tað fyrsta nakrantíð seismikk við einum 12 kilometrar longum kaðali frá einum skipi, og sum er tann longsti, ið nakrantíð er brúktur. Vit skrivaðu herfyri, at eitt annað seismikkfelag Geco-Pracla hevði sett met við einum 12 kilometra longum kaðali á Føroyaøkinum, men hetta er ikki beint.

Tað var Veritas, sum í fjør setti hetta metið á føroyska landgrunninum, við sjálvum nýggja flaggskipinum hjá felagnum, Veritas Viking. Nú vil felagið so byggja víðari á tær kanningarnar, eisini á føroyska landgrunninum, men hesaferð tó við tí meira avanseraða 3D-seismikkinum. Hetta er eisini tað slagið av kanningum, sum oljufeløgini mest fegin síggja.

Veritas hevur lagt stóra orku í at gera seg út til betri at kunna ?síggja? niður gjøgnum tjúkku basaltfláirnar á eitt nú føroyska landgrunninum. Og nettupp her skal nýggja skipanin við einum 12 kilometra longum kaðali hangandi afturúr einum skipi vera við til at loysa upp fyri tí ókenda undir føroyska basaltinum. Veritas ætlar eisini at brúka royndirnar frá føroyaøkinum í kanningum sínum í Mexikanska flógvanum.


Útbjóðing fyri tingið sum ætlað

Bæði í Føroyum og í útlandinum verður bíðað við stórum spenningi eftir, hvussu uppskotið til 1. útbjóðing sær út. Tá kolvetnislógin varð samtykt á sinni kom har at standa, at allar komandi útbjóðingar skulu leggjast fyri løgtingið. Somuleiðis uppskot til skatt og serskattir so sum royalty.

Herfyri segði Eyðun Elttør við sjónvarpið, at ætlanin er at leggja uppskotið til 1. útbjóðing fyri tingið um mánaðarskiftið oktober-november.

Herálvur Joensen, stjóri á Oljumáladeildini, sum samskipar alt arbeiðið, sigur, at arbeiðið gongur sum ætlað í teimum ymsu arbeiðsbólkunum. Og hann heldur, at tíðarætlanin fer at halda.

Sosialurin skilur, at bólkurin, sum arbeiðir við at peika út økini til 1. útbjóðing, er komin rættiliga langt og er um at leggja seinastu hond á arbeiðið. Vit fáa ikki upplýst, hvørji øki mælt verður til at bjóða út, men eftir øllum at døma verða tað fyrst og fremst tey økini, sum liggja skamt frá oljuleiðunum á bretskum øki niðri í landssynningshorninum á Føroyaøkinum. Tað kann eisini hugsast, at øki norðureftir gjøgnum Hetlandsrennuna (Hvíta økið) vera við í uppskoti og helst fara at røkka so langt sum norður móti Fugloyarbanka og nærhendis, har Mobil í løtuni sigst hava rakt við nógv gass beint hinumegin markið. Eisini er møguleiki fyri, at onkrir teigar longur inni á føroyska landgrunninum verða við í uppskoti. Her verður ikki minst hugsað um økini vestan og sunnan fyri Suðuroynna, sum fleiri oljufeløg áður hava víst stóran áhuga.


Oljumessa í Aberdeen

Fyrst í september mánað verður stór oljumessa í Aberdeen. Tá fara fleiri føroyskar fyritøkur at vera við. Eitt nú fara ikki færri enn trý ymisk pláss í Føroyum at bjóða seg fram sum oljuútgerðarhavn.

Av tí at uppskot til 1. útbjóðing enn er undir fyrireiking er avmarkað, hvat Oljumálastýrið kann leggja fram á oljumessuni. Men stýrið verður kortini við og hevur gjørt faldara í hesum sambandi. Hesin snýr seg m.a. um nýggja undirgrundarmarkið við Bretland, um seismiskar kanningar, sum gjørdar eru og verða gjørdar, nakað um fyrstu útbjóðing, nakað um trygd, nakað um umhvørvi og nakað um kolvetnisskattalógina. Aftrat hesum fara fólk frá Oljumálastýrinum at vera tilsteðar á føroyska básinum at svara spurningum. Sosialurin skilur annars, at tað verður umhugsað at skipa fyri onkrum reklamutiltaki í Bretlandi fyri 1. útbjóðing eftir at hon er samtykt av løgtinginum í vetur.